Fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum fara í dag at viðgera kravið um at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum og íslendingum orsakað av makreltrætuni.
Thefishsite skrivar, at bretsku umboðini á fundinum eru undir stórum trýsti frá skotsku vinnuni, sum krevur, at tiltøk verða sett í verk alt fyri eitt. Í skotsku fiskivinnuni eru tey sera misnøgd við, at ES-nevndin hevur drálað við tiltøkum, tí sambært skotum eru munagóð tiltøk tað einasta, sum kann fáa føroyingar og íslendingar til samráðingarborðið at tosa um makrelin.
Skotar siga tað vera umráðandi at bera skjótt at, tí um stutta tíð byrjar makrelfiskiskapurin av nýggjum.