FUNDIR
Sum nevnt í Sosialinum fyrr í vikuni hevur Bogi Davidsen saman við Søren Nielsen verið á fundi við teir politisku flokkarnar á tingi umframt partar av landsstýrinum. Á fundunum kunnaði teir báðir um teirra støðu sum samkyndir. Somuleiðis var høvi hjá politikarunum at seta spurningar.
Bogi Davidsen segði eftir fundirnar, at hann var væl nøgdur við fundirnar, og teir fingu sagt tað, teir ætlaðu.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum og formaður Tjóðveldisfloksins, sigur, at hann metir fundirnar sum eitt gylt høvi hjá politikarum at seta nakrar spurningar og fáa meira at vita um støðuna hjá teimum samkyndu. Høgni Hoydal hevur tvær reisir verið á fundi við teir báðar ? sum landsstýrismaður og saman við tingbóli Tjóðveldisfloksins.
?Í Tjóðveldisflokkinum eru ógvuliga ymsar meiningar um hetta málið. Vit koma væntandi ikki við nakrari felags útmelding, tá meiningarnar eru so ymiskar, sigur Høgni Hoydal.
?Hóast eg ofta havi fílst á, at kjakið um málið er vorðið ósakligt, so haldi eg, at hesir fundirnir vístu, at tað ber til at tosa sakligt um hesi viðurskiftini, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum ætlar at halda fram við ætlanunum at leggja persóns-, familju- og arvarætt fyri tingið. Í fyrstu atløgu verður tað til eitt aðalorðaskifti.