Fundur millum lond sum viðurkenna Palestina

Madrid-bólkurin er skipaður av arabiskum og evropeiskum ráðharrum

Í morgun er norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, í Madrid. 

 

Her verður kríggið í Gazageiranum umrøtt í sonevnda Madrid-bólkinum.

 

Madrid-bólkurin er skipaður av arabiskum og evropeiskum ráðharrum. 

 

Millum lond, sum eru við í bólkinum, eru eitt nú Saudi Arabia, Egyptaland, Turkaland, Írland og Spania.

 

Hetta eru alt lond, sum viðurkenna Palestina sum egnan stat, og tað ger Noregi eisini.