Mannarættindanevndin hjá ST hevur nú fingið boð um at koma til fundar at tosa hópdrápið í sýriska býnum Houla seinasta leygardag, har meiri enn 100 fólk lógu eftirá, teirra millum 49 børn.
Men hópdrápið í Houla verður neyvan tann einasti tilburðurin av hesum slagnum, sum nevndin fer at tosa um. Uppreistrarfólk hava víst myndir úr bygdini Qusair, har 13 arbeiðsmenn eru funnir myrdir, og uppreistrarmenninir krevja, at mannarættindanevndin skal eisini kanna hendan tilburðin.
Sýriska stjórnin sigur, at hvørki herurin ella løgreglan hava nakað við drápini í Houla ella Qusair at gera. Stjórnin sigur, at tað eru uppreistrarmenn, sum hava gjørt av við fólkini fyri at fáa altjóða samfelagið at leggja seg út í støðuna í landinum.