Fundur um kjarnorkuvápn er útsettur

Ætlandi skuldi fundurin millum stórveldini byrja í morgin og vara til hin 6. desember.

Í morgin skuldi ætlandi ein fundur byrja í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo.

 

Hetta skuldi vera ein fundur millum Russland og USA um minking av kjarnorkuvápnum - ella ein nýggj "Start" avtala, sum hon eisini verður rópt.

 

Men, nú hevur Russland sambært tíðindastovuni Reuters sagt, at fundurin verður útsettur.

 

Ætlandi skuldi fundurin millum stórveldini vara til hin 6. desember. Einki verður sagt um, nær fundurin, sum Russland nú hevur útsett, verður ístaðin.