Fundur um sosialu pensiónina í MBF-húsinum 30.12.99

Á fundi í starvsnevndini í MBF í dag kom nevndin til hesa niðurstøðu: at heita á Løgtingið og Trivnaðarnevndina, um at seta í gildi aftur ta gomlu pensiónslógina. Vit meta, at hendan nýggja lógin er ónýtulig, og átti hon ikki at verði sett í gildi í verandi líki.

Á fundi í starvsnevndini í MBF í dag kom nevndin til hesa niðurstøðu: at heita á Løgtingið og Trivnaðarnevndina, um at seta í gildi aftur ta gomlu pensiónslógina. Vit meta, at hendan nýggja lógin er ónýtulig, og átti hon ikki at verði sett í gildi í verandi líki.

Tað er ikki hissini, so skelkaði fólk, ið fáa avlamispensión eru, nú tey síggja, hvussu nógv niðurskorin tey eru, síðan tann nýggja pensiónslógin er komin í gildi. Hetta er úrslit av, sum løgtingsmenn sjálvir siga, at løgtingið hevur skrumblað ásetingarlógina ígjøgnum til samtyktar, uttan at hava sett seg inn í, hvat úrslitið vildi verða.

Lógin, ið skuldi gerast lættari at umsita, er í dag so torskyld, at ongin finnur hvørki høvd ella hala í henni.

Tey, ið hava mist nógv av sínari pensión, hvar skulu hesi fólk fara, nú tað manglar í til fastar útreiðslur.

Ein broyting, ið gjørd varð í pensiónslógini í summar var, at avlamisveitingin, ið fólk við breki, sum eru í vunnu higartil hava fingið, er burtur. Hesa viðbót hava deyv, hoyribrekað og onnur, fingið sum kompensatión fyri brekað. Meirútreiðslurnar ið standast av brekinum, má tann brekaði nú sjálvur fíggja. Vit góðtaka ikki, at veitingin nú skal koyrast yvir forsorgarlógina, við tí øktu umsitingini, hetta vil føra við sær.

Starvsnevndin mótmælir, at tað verður gjørt munur á pensiónistum: Pensiónistar áðrenn 1.1.2000, fáa eina skiftisupphædd upp á 856 kr., um tey eru gift við ikki pensiónisti, meðan pensiónistar, ið koma til eftir handan dag, onki fáa. Vit meta framvegis, at líkarættur skal verða galdandi millum gift og ógift.

Álitið á politikararnar er fokið. Vit minnast t.d. øll orðini hjá Helenu Dam á Neystabø, tá hon segði, at sjúkrahúsjáttanin ikki kundi verða hægri, tí hon hevði valt at raðfesta pensiónirnar hægri. Hetta hevur hon fullan rætt til, men flestu pensionistar finna ikki hesa hækking nakra staðni, heldur tvørturímóti.

Tað er próvfast, (sí hjáløgdu skjøl) at avlamispensiónistar nú fáa millum 2-3.000 kr. minni útgoldið um mánaðin. Hækkingarnar, ið landsstýrið boðaði frá, vísir seg nú at vera ein hvørvisjón, tí hækkingin og meira afturat verður afturtikið í skatti. Starvsnevndin kundi hugsað sær at fingið at vita, hvar tær fráboðaðu 40-60 milliónirnar til pensiónirnar eru endaðar.

Vit halda, at Føroya Løgting eigur ábyrgdina av pensiónslógini, og ásetingarlógini, og heita tí á løgtingið um, at fáa hesi viðurskifti í rættlag beinanvegin.

Vegna starvsnevndina

Doris Hansen

Leila Solmunde

Henning Sørensen

Regin