Á fundi millum fiskimálaráðharrar í Reykjavík fyrr í summar, var eisini ein fundur millum føroyingar og russar um møguligan býtisfisk landanna millum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at í vár bóru russar upp á mál, at teir møguliga kundu hugsað sær at "keypt" meiri makrel frá føroyingum fyri meiri tosk úr Barentshavinum.
- Nú vit vóru í Íslandi, nýttu vit eisini høvi at taka hetta mál fram aftur.
Landsstýrismaðurin ásannar, at einki nýtt spurdist burtur úr hesum fundi - annað enn tað, at partarnir avtalaðu, at samráðingarfólkini hjá báðum londunum skuldu taka málið upp á øðrum fundi.
- Vit vænta, at hesin fundur verður einaferð í september, og tá fara samráðingarnevndirnar hjá báðum londunum at viðgera spurningin.
Jacob Vestergaard ivast í, um nakað kann spyrjast burtur úr møguligum býtishandli í ár, nú árið er so langt liðið.
- Men, tað er ikki óhugsandi, at ein býtisavtala um meiri tosk úr Barentshavinum fyri meiri makrel undan Føroyum kann fáast í lag við virknað fyri 2013.
Landsstýrismaðurin ásannar, at í løtuni er ikki greitt, hvussu verður við makrelbýtinum næsta ár, og tí er eisini óvist, hvussu tølini koma at síggja út næsta ár.
- Í ár eiga vit so nøkur túsund tons, sum vit hava møguleika at "keypa" annan fisk fyri, eitt nú tosk úr Barentshavinum, sigur Jacob Vestergaard.