Fundurin er liðugur: Miðflokkurin vil hjálpa samgonguni

Fær Miðflokkurin ávirkan á politikkin, eru Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen sinnaðir at stuðla Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.

Miðflokkurin hevur verið á fundi við Kaj Leo Johannesen, løgmann, og Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum seinnapartin, har spurningurin um eitt komandi samgongusamstarv varð viðgjørdur.

- Vit vilja fegnir vera við at fáa landið aftur á beint. Treytin hjá okkum er, at vit fáa ávirkan á politikkin. Vit fara nú at viðgera spurningin í flokkinum, hvat tænir seg best, sigur Jenis av Rana við Rás2 eftir fundin við løgmann.

Hann kann ikki siga ítøkiliga, um leikluturin hjá Miðflokkinum í møguliga samgongusamstarvinum verður sum stuðulsflokkur ella sum partur av samgonguni.

- Eg veit meira eftir fundin í Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana. Tann fundurin byrjaði klokkan 15.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava tilsamans 13 tingfólk. Meirilutin krevur 17 tingfólk. Miðflokkurin og Poul Michelsen úr Framsókn hava fýra tingsessir í alt, og tað gevur 17 atkvøður.

Poul Michelsen sigur við Rás2, at tað er váðið at tveita samfelagið út í eitt løgtingsval, uttan at hugsa um málini, sum eru í tinginum. Hann er til reiðar at hyggja at málunum, sum hava týdning júst nú, sigur hann.