Fundurin hósdagin

Fýra mál vóru á skránni fyri tingfundin hósdagin

Ein tiðja viðgerð, tvær aðru viðgerðir og ein fyrsta viðgerð vóru á dagsskránni til tingfundin hósdagin.

Fundurin varð settur klokkan hálvgum tvey seinnapartin, og fyrsta málið á skránni var triðja viðgerð av tingmáli nummar 11/1999, sum var uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í sambandi við panting. Uppskotið varð samtykt við aðru viðgerð við 21 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari. Á tingfundinum hósdagin varð málið endaliga samtykt við 27 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari.

Næsta málið á skránni var onnur viðgerð av tingmáli nummar 9/1999, sum var uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan. Til hetta uppskot komu broytingaruppskot frá einum minniluta í uttanlandsnevndini, nevniliga Heðini Mortensen og Edmund Joensen, um at útseta fólkaatkvøðuna, men uppskotið fall alt sum tað var.

Triðja málið á skránni var onnur viðgerð av tingmáli nummar 13, sum er uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1999. Málið varð samtykt við 27 atkvøðum fyri, 1 ímóti og ongari blankari.

Seinast á skránni var 1. viðgerð av tingmáli nummar 5/1999, sum er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 - 3. Málið varð beint í fíggjarnevndina.

24. løgtingsfundurin hesa setuna var lokin klokkan hálvgum seks.