Ein fundur millum russiska forsetan, Vladimir Putin, amerikanska serliga sendiharran, Steve Witkoff, og versonin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, Jared Kushner, endaði seint í dag.
Tað sigur Kreml sambært tíðindastovuni AFP.
Á fundinum skuldu partarnir umrøða eitt amerikanskt uppskot til ætlan um at fáa enda á skjótt fýra ára langa krígnum í Ukraina.
Fundurin vardi í fýra tímar.
Statstíðindastovan RIA skrivar, sambært tíðindastovuni Reuters, at Witkoff fór á amerikansku sendistovuna eftir fundin.
Russiski sendiharrin Kirill Dmitriev lýsir fundin sum produktivan, sigur hann sambært Reuters.
/Ritzau/











