Funksjon & Jens Søndergaard Quartet í Tøting

Leygarkvøldið kl. 20.30 verður konsert í Tøting í Gøtu, sum grót skipar fyri.

Funkjsón er ein Pop/Funk bólkur, ið bleiv stovnaður í 2017 og er samansettur av sjey tónleikarum úr Føroyum. Bólkurin kom út við sínum fyrsta staklagi “Another Girl” nú í summar 2019.
Í eini roynd við ymiskum ljóði og vokalfraseringum, er sangurin samansettur við endamálinum at fáa eitt smíl á tínar varrar og at fáa teg at dansa við til spælisjúku rútmuna.
Við íblastri frá m.a. Daft Punk og Parcels, kann tónleikurin hjá Funksjon sigast at vera ein samanseting av ymiskum tónleikasløgum, so sum Funk, Electro Pop, Chillwave og Disco. Gleð teg til eina stimbrandi blanding av glaðsintum ljómum, kryddaðum guitar frasum, dúgligum keyboardspæli, luftigum vokalum og einari frekari saksofon.


Tónleikarnir í Funksjon eru:
Katrina Olsen: Sang
Oddur Joensen: Gittar
Ari Johannesen: Gittar
Djóni Fischer Nolsoe: Bass
Vinjar Egilsnes Petersen: Ljómborð
Ari Sondum: Saxofon
Harald Fonsdal Johannesen: Trummur


https://www.youtube.com/watch?v=twZtlHd6fVs&list=OLAK5uy_mbhHnHlSFPXonDm4nUjjK6iwFOCcbt63k


Jens Søndergaard Quartet (DK/FO):
Jens Søndergaard er ein fólkaong í donskum djassi.
Hann hevur í síni longu yrkisleið spælt við so gott sum øllum. Hann hevur innspælt og ferðast við m.a. Lee Konitz, Benny Golson, Enrico Pieranunzi, Kenny Werner, Carsten Dahl og Alex Riel á danska tónleikapallinum.
Søndergaard er meistarligur á sínum ljóðføri altsaksofon. Afturat sær hetta kvøldið í Tøting hevur hann Niels Wilhelm Knudsen á kontrabassi, umframt føroyingarnar báðar Bergur Nielsen á gittar og Rógva á Rógvu á trummum.
18 ár og yngri hava ókeypis atgongd.