Funnið ókent skeljadjór

Franskir granskarar hava funnið eitt higartil ókent skeljadjór á 2300 metra dýpi í Kyrrahavinum.

Djórið líkist einum hummara, men tað er hvítt á liti, og tað serliga er, at tað er loðið. Oman á skelini er tað bert, men tað hevur long, ljós hár á øllum beinunum og á teimum báðum klónum. Eitt annað sermerki er, at djórð hevur eingi eygu. Fronsku granskararnir hava givið tí ókenda djórinum navnið "Kiwa hirsuta", og fyrri partur av orðinum stavar frá guðalæruni hjá fólkinum á teimum polynesisku oyggjunum.

Granskarar komu støðugt fram á ókend djór í havdýpinum, men tað er kortini sjáldan, at teir finna djór, ið víkja so nógv frá øðrum djórum, at tey mugu skrásetast sum serstøk djórasløg, skrivar AP.