Funnið mótstøðuført svínakrím

Tilvildarligt brúk av heiliváginum Tamiflu er helst orsøkin til, at heilsumyndugleikarnir í Meksiko og USA nú hava staðfest eitt mótstøðuført slag av sjúkuni Influensa A ella H1N1 tætt við amerikanska markið.

Amerikanski heilststovnurin PAHO sigur, at tey hava funnið nakrar tilburðir, har Tamiflu ikki ger nakran mun. Í hesum viðfangi verður nevnt, at í Meksiko og Kanada ber til at keypa Tamiflu í hondkeypi.

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at læknar hava staðfest H1N1, sum er mótstøðuført ímóti Tamiflu. Aðrir tilburðir eru staðfestir í Danmark, USA, Kanada, Japan og í Hongkong.