Funnið milliónir hjá Stein Bagger

Myndugleikarnir í Danmark og USA hava funnið fleiri tíggjutals milliónir krónur, sum tann svikdømdi vinnulívsmaðurin Stein Bagger hevur fjalt í USA. Sambært donskum fjølmiðlum hava Bagger og svenski vinmaður hansara Mikael Ljungman fjalt meiri enn 200 milliónir krónur. Ein part av pengunum fjaldu teir við at flyta teir til eitt amerikanskt felag, sum Mikael Ljungman átti part av, skrivar Børsen.

Sambært blaðnum eru kanningarnar hjá løgregluni komnar so mikið langt, at tað ber til at leggja hald á ein part av pengunum.

Stein Bagger fekk í fjør sjey ára fongsul fyri svik, sum hann framdi tey árini, hann var stjóri í fyritøkuni IT Factory.