Funnið nógvan deyðan fisk

Fiskimenn hava funnið nógvan deyðan fisk og nógv deyð skeljadjór í munnanum á Mississippi-ánni, og amerikonsku umhvørvismyndugleikarnir kanna nú, um oljudálkingin í Meksikoflógva kann vera orsøkin.

Craig Taffaro, sum er í býráðnum í St. Bernard-kommununi, sigur við eitt blað í New Orleans, at menn hava funnið millum 5.000 og 15.000 deyðar fiskar og skeljadjór so sum síl, állar, skøtur og krabbar.

Býráðslimurin sigur, at nakað av olju er enn við munnan á Mississippi-ánni, men at fiskurin kann eisini vera deyður av aðrari orsøk.