Funnið nógvar fornlutir

Síðani í mai hava norskir fornfrøðingar leitað eftir fornlutum í Aukra, og higartil hava teir funnið umleið 100.000 ymiskar fornlutir har

Verlætlanin er ein tann størsta í Noregi nakrantíð og varð sett í verk, tí ein gassleiðing frá Ormen Lange-leiðini til lands skal leggjast ígjøgnum økið. Leiðingin kemur at órógva fleiri friðað øki, og tí hava oljufeløgini játtað næstan 70 milliónir krónur til tær fornfrøðiligu rannsóknirnar.

Norsku fornfrøðingarnir siga seg hava fingið nógv burturúr, og teir hava funnið ein hóp av sera áhugaverdum lutum. Tann elsti er frá umleið árinum 9000 fyri Kristi føðing, og fornfrøðingarnir eru komnir fram á tólv eldstaðir. Umleið 60 fólk eru við í arbeiðinum í Aukra.