Funnið olju – men ikki í rakstrarverdum nøgdum

Faroe Petroleum boðar frá, at liðugt er at bora á T-Rex og Bolan leitimiðunum á loyvi PL431 í Norska Havinum. Olja varð funnin í báðum leitimiðunum, men ikki í rakstrarverdum nøgdum. Faroe Petroleum eigur 30% av loyvinum.

Brunnurin er tann fyrsti, sum er boraður á loyvinum, og borað varð niður á 4.183 metrar. T-Rex var høvuðsleitimiðið, og olja varð funnin, men oljuberandi fláirnar vóru tynri enn mett varð, og tí var avgerð tikin um ikki at royndarframleiða. Á Bolan leitimiðinum, ið liggur hægri, var olja eisini funnin. Fleiri kanningar vórðu gjørdar á báðum fundunum.

T-Rex and Bolan liggja nær við Smørbukk framleislueindina, har Statoil er fyristøðufelag. Bæði T- Rex og Bolan fundini fevna møguliga yvir eitt størri øki á leitiloyvinum PL431, og fleiri kanningar mugu gerast av fundunum, áðrenn avgerð verður tikin um eina nýggja verkætlan.

Mærsk var fyristøðufelag og eigur 70% av loyvinum. Transocean Winner boriballurin varð nýttur til boringina. Brunnurin er nú typtur og fráfarin.

Sjálvt um olja varð funnin í T-Rex og Bolan leitimiðunum, so er tað skuffandi, at hon ikki varð funnin í rakstrarverdum nøgdum. Boringin gevur tó týðandi vitan um økið, soleiðis at framhaldandi kanningar kunnu gerast á Halten Terrace økinum, har Faroe Petroleum hevur nógv loyvi.

Felagið heldur fram við síni boriætlan fyri 2012, og verður North Uist, vestan fyri Hetland, næsti brunnur sum skal borast. Faroe Petroleum eigur 6.25%. Síðani verður Clapton boraður í Noregi, har felagið eigur 40% og er fyristøðufelag. Seinasti brunnurin, sum verður boraður í ár, er Cooper á norskum øki, har Faroe Petroleum eigur 30%.