Funnið vandamikið evni í ertrum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar aftur nú fólk

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar aftur nú ímóti eini matvøru sum er at fáa í Føroyum. Hesa fer er at sukurertrar, tað er galið við og orsøkin til tað er, at tað er ov nógv av týningarevninum, chlortalonil, í teimum.

 

Talan er um »Gestus Sugar Snaps«, sum ávarað verður ímóti. Tað eru pakkarnir, sum viga 150  gramm, vørunummarið er 346872 og Lot nummrini eru 301, 302 og 306.

 

Chlortalonil er eitt bakteriudrepandi evni, men tað er eisini undir illgruna fyri at elva til krabbamein og tí er hámark sett fyri, hvussu nógv av tí kann vera í matvørum. Og í hesum føri er meiri chlortalonil í ertrunum enn loyvt er, tí verður mælt frá at eta av teimum.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum, eiga læta tær aftur í handilin, haðani tær eru keyptar, ella at koyra tær í skrell.