Egyptiskir fornfrøðingar hava funnið eina pyramidu, sum teir halda vera umleið 4.300 ára gamla, og sum sambært fyribilskanningum hevur verið gravstaður hjá einari drotning.
Sostatt eru 118 pyramidur funnar í Egyptalandi. Tann seinasta er funnin í landspartinum Saqqara, men fornfrøðingarnir siga, at har kann nógv annað liggja fjalt undir sandinum.
Fornfrøðingurin Zahi Hawass sigur við New York Times, at tað er altíð spennandi at finna eina pyramidu og at grava hana undan sandinum, men hann sigur, at tað er serliga spennandi, tá ein veit, at talan er um gravstað hjá eingum kongi ella einari drotning.
Í hesum førinum halda fornfrøðingarnir, at pyramidan hevur verið gravstaður hjá einari drotning. Teir halda, at talan helst er um drotningina Seshseshet, sum var mamma kongin Teti, ið var tann fyrsti kongurin í teirru sættu egyprisku kongsættini.