Funnu eitt tons av kokain í kavbáti

Teir túsund pakkarnir høvdu eina mynd av Neymar sum forsíðu

Tá løgreglan í Guatemala herfyri steðgaði einum kavbáti, funnu teir næstan túsund pakkar við kokaini í.

 

Teir tríggir menninir umborð í kavbátinum eru handtiknir fyri roynd at smugla kokain inn í landið. Guatemala verður nógv brúkt sum umskipingarstað hjá smuglarum, sum taka rúsevnini víðari inn í norðuramerika, til Meksiko og USA.

 

Teir túsund pakkarnir av kokain, sum vóru eitt kilo tungir hvør, høvdu eina mynd av brasilska fótbóltsspælaranum Neymar á forsíðuni.

 

Hetta stívliga tonsið av kokain hevur eitt narknaðarvirði í USA upp á umleið 80 milliónir krónur.

 

Løgreglan sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at hon hevur stegðað slíkum kavbátum, fulllastaðum við rúsevnum.

 

Nýggi forsetin, Jimmy Morales, hevur síðani hann tók við í 2016, lagt stóran dent á at steðga smuglingini av rúsevnum gjøgnum landið. Í fjør legði løgreglan hald á 13 tons av kokain, sum er tað mesta nakrantíð.