Ein 45 ára gomul kvinna í Sulawesi í Indonesia varð um dagarnar funnin deyð í búkinum á einari pytonslangu. Tíðindastovan NTB veit at siga, at slangan, sum er ein stór kvalaraslanga, hevði svølgt kvinnuna í einum.
Tá kvinnan, sum var mamma til fýra børn, ikki kom heim aftur hóskvøldið í vikuni, varð hon eftirlýst. Íbúgvarnir í bygdini, Kalempang, fóru at leita, og tað var maður hennara, sum fann ymiskar ognarlutir hjá konu síni.
Seinni sóu onnur, sum vóru við í leitingini, eina pytonslangu við stórum búki. Tey fingu lívið av slanguni, og tá tey settu hol á búkin, funnu tey kvinnuna - púrasta heila í klæðum og øllum.
Tað er ikki vanligt, at pytonslangur eta menniskju í einum, men seinnu árini er hetta hent nakrar ferðir í Indonesia. Pytonslanga er kend fyri fyrst at bíta tað, hon fer eftir og síðan at kvala tað, hon hevur fingið fatur í.
Myndin oman fyri er ikki frá hendingini, sum verður umrødd í hesum greinastubba, men hon er frá einari aðrari hending í Indonesia, har fleiri fólk hava latið lív av stóru pytonslangunum.