Brittany Murphy hevði tunglyndi, hjartasjúku og diabetes. Møguliga er rúgvan av heilivági ímóti øllum sjúkunum orsøkin til andlátið hjá ungu sjónleikarakvinnuni. Ein rúgva av heilivági varð funnin í kamarinum hjá 32 ára gamla sjónleikarakvinnuni, Brittany Murphy, ið doyði sunnudagin. Her kundi heilivágur ímóti tunglyndi, diabetes og hjartasjúku teljast ímillum stóru rúgvuni av heilivági, ið sjónleikarakvinnan átti.
Enn er ikki greitt, hvør orsøkin til andlátið var, men læknarnir kunnu staðfesta, at hetta var ikki eitt ætlað dráp.
32 ára gamla Brittany Murphy kann millum annað síggjast í kendu filmunum, >>Sin City<< og >>8 Mile<<.