Danskir stjørnufrøðingar hava saman við starvsbrøðrum aðrastaðni funnið tvær higartil ókendar gongustjørnur. Onnur, sum hevur fasta skorpu, er nakað størri enn jørðin. Hin er ein gassgongustjørna og er sum Neptun til støddar.
Báðar gongustjørnurnar eru í ringrás um móðurstjørnuna Kepler-36 , og 97. hvønn dag eru tær so nær hvør aðrari, at tá eru minni enn tvær milliónir kilometrar millum teirra. Tað er fimm ferðir teinin millum jørðina og mánan. Tær báðar tvíburargongustjørnurnar hava fingið heitini Kepler-36b og Kepler-36c.
Stjørnufrøðingarnir hava funnið tær báðar gongustjørnurnar við hjálp frá amerikanska Kepler- fylgisveininum. Hann hevur ferðast í ringrás um sólina síðani í mars í 2009 og hevur hesi árini funnið fleiri túsund gongustjørnur, sum eru í ringrás um aðrar stjørnur. Danskir stjørnufrøðingar eru við í hesum arbeiði.