Meksikanska løgreglan hevur funnið millum 20 og 25 lík í einum gomlum silvurnámi, og løgreglan ivast ikki í, at talan er um offur frá stríðnum millum rúsevnaharkaliðini. Silvurnámið verður ikki brúkt longur, og tað er bara eitt av fleiri slíkum námum í landslutinum Taxco, skrivar AP. Námini eru frá sponsku hjálandatíðini, og fleiri teirra eru væl umtókt sum ferðamál.
Taxco er í statinum Guerrero, sum er illa plágaður av stríðnum millum rúsevnaharkaliðini, og har eru javnan samanbrestir millum brotsmenninar og løgregluna.
Meksikanska stjórnin hevur sent næstan 50.000 hermenn til fleiri landspartar fyri at berja rúsevnaharkaliðini niður. Fyri fýra árum síðani valdi stjórnin at seta hart ímóti hørðum, og síðani hava meiri 23.000 fólk latið lív í tilburðum, sum hava samband við rúsevnahandil og -smugling, skrivar AP.