Funnu lím í havragrýni

Nú hava tey funnið lím í havragrýni, sum eisini er selt í Føroyum.

Tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú á fólk, sum hava keypt havragrýn í seinastuni, um at kanna pakkarnar

Nú ein dagin vóru glaspetti funnin í augurkusalati og nú boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at lím er funnið í havragrýni.

Talan er um Ota Solgryn, sum er eitt tað mest vanliga slagið og talan er um hesar sendingar av vøruni: Stødd á pakningi: 950 gr?- Minst haldfør til 20/4-2013?- Framleiðslukota: 20.04.13 110.

Men talan er eisini um pakkar við tveimum kilo í og sum minst er haldfør til 20/4-2013 og 27/4-2013.

Framleiðslukota: 20.04.13 111 og 27.04.13 115.??

Tað eru tískil ikki allir OTA solgryn pakkar við omanfyristandi haldføri ið kunnu hava límpettir í pakkanum, men bert teir pakkar, ið hava hasar ávísu framleiðslukoturnar.

Handlar hava boðað frá, at vøran er tikin av aftur hyllunum í gjár.

Tað er í sambandi við, at tey hava pakkað havragrýnið, at feilur hevur verið í einum límpistóli sum smyr lím á pakkan.

Hetta hevur ført við sær, at petti av lími, sum verður brúkt til pakkarnar, eru farið í havragrýnið í einstøkum pakkum.

Límpettini eru hvít, frá 1 - 5 cm long og nakrar fáar millimetrar í tjúgd.?

Límið er góðkent at pakka matvørur við og tískil er eingin heilsuvandi av tí, sum so.

Men tá ið lím er í havragrýninum, er tað at meta sum dálkað og sostatt ikki hóskandi til matna.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tann, sum hevur keypt pakkar av havragrýni við hesi ávísu framleiðslukotuni, eiga at beina havragrýnið burtur.

Men tað ber eisini til at klippa tað pettið av pakkanum við dagsetingini fyri haldføri og framleiðslukotuni og senda tað til virkið, so senda tey ein nýggjan pakka.

Virkið, sum hevur afturkallað vøruna er Valora Trade Danmark, Transformervej 16, 2730 Herlev, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.