Fótbóltur
So er EB/Streymur aftur oddalið. Uttan stórvegis hóvasták megnaði samansett liðið at basa gestunum úr VB/Sumba, og í góðveðrinum, sum var kring alt landið, kundu Eiðisfólk staðfesta, at tey pt. eiga sterkasta fótbóltsliðið í Formula-deildini.
Fingu lítlan hvøkk
Tað lá mest sum alla tíðina í luftini, at talan ikki skuldi verða um annað enn tryggan heimasígur.
Gestirnir løgdu seg frá byrjan langt aftur á vøllin, men hóast teir soleiðis royndu at tippa fyri gjøgnumspældum mótstøðuálopum, so var talan um rættiliga greiða yvirvág til heimaliðið.
Hinvegin sýndu gestirnir tó eisini, at teir hava dygdir í kontraspælinum. Nakrar ferðirnar royndu teir at spæla skjótt niðaneftir, og ta einu ferðina mátti René Tórgarð í EBS/treyma-málinum taka tvørtræið til hjálpar, tá Birgir Jørgensen langaði til.
Fyrri hálvleikur var tó ikki hálvrunnin, áðrenn EB/Streymur fekk hol á, tá Hans Pauli Samuelsen fylgdi skoti frá Sorin Anghel upp, og so var at kalla leyst og liðugt. Málið gav vertunum neyðuga friðin til at seta seg á dystin, uttan at teir kortini vágaðu alt ov nógv frameftir, og tí fekk VB/Sumba ikki longur koyrt ætlaða kontraspælið.
Skotvenjing
Restina av fyrra hálvleiki gjørdist talan mest sum um skotvenjing móti málinum hjá VB/Sumba. Ronnie Samuelsen økti til 2-0, eftir at Marcin Dawy í fyrstu atløgu hevði vart fyri stútara frá Egili á Bø. Bárður Olsen økti til 3-0 við frálíkum langskoti, og Egil á Bø rundaði av, tá hann sendi innlegg frá einum sera væl uppløgdum Knút Vesturtún í kassan.
Eftir steðgin var talan tó ikki um somu álopsskolu móti vitjandi liðnum. Við trimum og síðani fýra málum í skjáttuni, hevði EB/Streymur ikki tørv á at leggja alt ov nógv fyri, meðan VB/Sumba ikki tóktist áhuga í at tveita serliga nógv fólk frameftir, og á tann hátt lata verjuna meira upp enn tað sama.
Kunnu styrkja støðuna
Sigurin lyftir EB/Streym upp aftur á oddasessin, sum teir ikki hava átt seinastu vikuna, og vil væl til, kunnu teir seta seg enn tryggari á hendan komandi vikuskiftið. Tá skal EB/Streymur á vitjan á Skála, har heimaliðið tó tykist vera um at koma fyri seg eftir eina meira enn trilvandi byrjan upp á kappingarárið. Undir øllum umstøðum verður tá neyðugt við hægri effektiviteti frá EB/Streymi, sum misnýtti hópin av møguleikum sunnudagin, men soleiðis vil ofta verða, tá talan er um einvegis ferðslu størsta partin av dystinum.
VB/Sumba skal tá spæla stevnudyst móti B68, og tá er kravið heilt einfalt trý stig, um liðið skal gera sær vónir um at leggja seg í oddin aftur.