Eitt flogfar hjá Norwegian Airlines, sum var á veg úr Nice í Fraklandi til Keypmannahavnar, fekk boð um at venda aftur, eftir at ein lepi við orðunum "al Qaeda-bumba" var funnin í flogfarinum. Á lepanum var eisini tekstur á arabiskum máli.
Í Nice fingu tey 127 ferðafólkini boð um at fara úr flogfarinum, og síðani kannaðu myndugleikarnir flogfarið og viðførið hjá ferðafólkunum.
Men einki óvanligt var at finna, og tríggjar tímar seinkað slapp flogfarið til Keypmannahavnar.