Funnu nýføðing í ruskbingju

Løgreglan í Reykjavík hevur funnið líkið av einum nýføddum barni í einari ruskbingju uttan fyri hotellið Frón. Løgreglan sigur, at foreldrini eru 22 ára gomul og ættað úr Litava. Kvinnan arbeiðir á hotellinum.

Løgregluovastin í Reykjavík sigur í einum tíðindaskrivi, at kvinnan var komin á skaðastovuna á Landsspitalanum í morgun, og at læknar har staðfestu, at hon hevði føtt barn innan fyri tað seinasta samdøgrið. Løgreglan varð kunnað um málið, og stutt eftir bleiv líkið av einum pinkubarni funnið í ruskbingjuni uttan fyri hotellið. Sagt verður, at barnið var livandi, tá tað var føtt, stendur í tíðindaskrivinum frá løgreglustjóranum.

Tann 22 ára gamla kvinnan er løgd inn á sjúkrahús, har løgreglan hevur eftirlit við henni. Unnusti hennara er í varðhaldinum hjá løgregluni.