Funnu nógv vápn

Trygdareftirlitið í Gardermoen-floghavnini í Oslo kom í fjør fram á 10.000 knívar og 69 skotvápn í viðførinum hjá ferðafólki.
Sjálvt um talið á knívum, sum eftirlitið legði hald á, var helvtina minni enn árið fyri, undrast trygdareftirlitið á, at so nógv fólk framvegis royna at sleppa ígjøgnum eftirlitið við knívi. Víst verður á, at allastaðni í móttøku- og fráferðarhallunum standa skelti, sum siga, at tað er bannað at hava knívar og skotvápn uppi á sær ella í viðførinum, men kortini hendir tað meiri enn so, at fólk hava stórar breyðknívar í hondtaskuni, sigur kunningarstjórin í Gerdermoen. 
Harafturímóti hevur tað víst seg, at skotvápnini, sum eftirlitið leggur hald á, eru fækkað munandi. Í fjør var talið 69, men í 2001 fann eftirlitið í Gardermoen ikki færri enn 290 skotvápn í viðførinum hjá ferðafólki.