Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar í dag eitt slag av dadlum, sum eisini eru seldar í Føroyum. Orsøkin er, at ein lortur er funnin í einum posa av hesum dadlunum og helst er talan um ein rottulort, sigur Starvsstovan Talan er um Änglamark økologiske dadler uden sten, sum eru afturkallaðar. Dadlurnar eru í einum plastposa, sum vigar 200 gramm. Dadlurnar eru pakkaður í Italia 22. ktober í fjør og teir halda sær í eitt ár, til 22. oktober í ár
Lotnummarið er L3295A og EAN strikukotunummarið: 7340011427728
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at lortur frá skaðadýrum ger, at dadlurnar eru ikki hóskandi mannaføði
Starvsstovan mælir teimum, sum liggja inni við hesum dadlum, til at lata tær inn aftur í handilin, ella at beina tær burtur. |