Funnu smádreingirnar aftur

Eina løtu var fjáltur á fólki í Svínoy

Í gjár var ein skúlaflokkur og ferðaðist í Svínoy. Men best sum tey gingu í haganum, vóru tveir av dreingjunum brádliga burtur og vóru ikki til at finna. Boð vórðu send til løgregluna, sum var til reiðar at seta alt apparatið ígongd – men áðrenn tyrlan lætti, komu boðini úr Svínoy, at teir vóru komnir aftur í aftur í øllum góðum.

 

Annars boðar løgreglan frá, at í gjár var eitt ferðsluóhapp inni í dalinum í Kollafirði. Løgreglan sigur, at ein bilur rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Eingin fólkaskaði var, men bilarinir fóru so illa, at teir máttu flytast av staðnum.