Funnu "super-jørð" 600 ljósár burturi

Vísindafólk bíða nú eftir at fáa at vita, um tað ber til at fáa fast undir fótin á Kepler-22b. Ber tað til, so bendir nógv á, at tað er liviligt har

Fyrr í vikuni kunngjørdi amerikanska rúmdarumsitingin tey stórtíðindi, at fyri fyrstu ferð hava granskarar funnið eina gongustjørnu uttan fyri okkara sólarskipan, sum tað eftir øllum at døma er liviligt á.


Í veruleikanum funnu granskararnir gongustjørnuna, sum eitur Kepler-22b, fyri tveimum árum síðani. Navnið hevur gongustjørnan fingið eftir tí amerikanska Kepler Space Telescope, sum fann hana. Nú hava granskarar hjá Nasa sæð gongustjørnuna mala rundan um sína stjørnu ella sól tríggjar ferðir, og harvið hava teir staðfest, at tað er liviligt á gongustjørnuni.


Teir hava eisini staðfest, at Kepler-22b brúkar 290 dagar til at mala rundan um stjørnuna.



Fyritreytir fyri lívi


-Vit eru vís í, at tað er liviligt á gongustjørnuni. Spurningurin er bara, um hon hevur eina skorpu. Hevur hon tað, eru hitaviðurskiftini helst eisini góð, sigur Bill Borucki, sum er granskari hjá Nasa.


Kepler-22b er væl størri enn okkara jørð ella heilt neyvt 14 ferðir størri, og tað ger, at granskararnir skráseta hana sum eina "super-jørð". Men hon er langt burturi. Granskararnir hava mátað teinin at vera 600 ljósár. Tað er langt, sera langt, tí eitt ljósár er 9,4 billiónir kilometrar.


Tað jaliga er, at hitin á Kepler-22b tykist vera 22 stig celsius, men tað togar niðureftir, at granskararnir duga ikki at siga, um gongustjørnan hevur eina fasta flatu ella skorpu sum t. d. grót, ella um hon er væta ella kanska gass.


Nasa leggur dent á, at hóast teirra granskarar hava staðfest, at tað er liviligt á gongustjørnuni, so merkir tað ikki, at nakað lív er har. Staðfestingin merkir bara, at fyritreytirnar fyri lívi eru til staðar har.



Tann triðja gongustjørnan

Kepler-farið kostaði Nasa 600 milliónir dollarar, og tað er útgjørt við tí størsta myndatólinum, sum nakrantíð er sent út í rúmdina. Men ferðin hevur ikki verið úrslitaleys. Umframt Kepler-22b hevur farið funnið næstan 1.100 møguligar gongustjørnur, og tað kann finna fleiri enn, áðrenn tað væntandi gevst at senda upplýsingar niður á jørðina eina ferð næsta heyst.


Fyrr í ár kunngjørdu franskir rúmdargranskarar, at teir høvdu funnið gongustjørnuna Gliese 581d, og fyri fýra mánaðum síðani boðaðu granskarar í Sveis frá, at teir høvdu funnið eina gongustjørnu, sum var skrásett við navninum ella frámerkinum 85512 HD b.


Men sambært Nasa kunnu hesar báðar gongustjørnurnar ikki samanberast við Kepler-22b, tí tær mala rundan um stjørnur, sum eru minni og kaldari enn okkara sól. Harafturat sigur Nasa, at Kepler-22b er tann minsta gongustjørnan so langt burturi við liviligum umstøðum og við einari stjørnu ella sól, sum líkist okkara egnu.