Manningin á danska rækjutrolaranum ?Atlantic Enterprise? fann í dag tveir mans, ein dana og ein australiumann, sum vóru umborð á einum lítlum flogfari, ið datt niður í gjár. Flogfarið, sum datt í havið sunnanfyri Iqaluit í Canada, var eitt Cessna-flogfar av merkinum Skymaster.
Peter Pedersen frá reiðaríðnum Ocean Prawns A/S í Nexø, sigur við Netavisen Bornholm, at trolarin ?Atlantic Enterprise? hevur funnið teir báðar mennirnar á lívi og at teir hava tað gott.
?Teir vórðu funnir á ísinum uml. 17 fjórðingar norðanfyri, har seinast var samband við flogfarið. Báðir vóru í yvirlívsdrakt. Nu verður bíðað eftir eini tyrlu, sum skal flyta mennirnar til lands?, sigur Peter Pedersen.
Reiðaríðið Ocean Prawns er vælkent í Føroyum, tað eru fleiri føroyingar, sum hava silgt hjá Ocean Prawns.