Funnu tvey nýggj fiskasløg undir Føroyum

Magnus Heinason fekk fleiri fremmand fiskasløg undir Føroyum

Tá ið Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason herfyri kom aftur av einum rannsóknartúri á djúpum vatni, fekk hann heili 81 fiskasløg í troli.

 

Og av teimum vóru tvey nýggj fiskasløg, sum ikki áður eru skrásett undir Føroyum. Annað fiskaslagið er “Troldfisk”, ella Anaplogaster cornuta, sum var fingin á 800 metrar dýpi norðanfyri Føroyabanka. Hann er vinstrumegin á myndini

 

Hitt fiskaslagið er ikki endaliga staðfest enn, men hann var fingin á 600 metra dýpi, syðst á Wyville-Thomsonrygginum

 

Annars fekk Magnus Heinason eisini hesa ferð fleiri fiskasløg, sum eru heilt fremmand um okkara leiðir, og í fleiri førum rættiliga serlig í skapi og útsjónd.  Dømi um hesi eru Boa-drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur, leysikjaftur og Sloans ormfiskur.