Fuppnummarið við sjálvsavgerðarrættinum

Tað er ikki dagur frá Guði, at tjóðveldisfólk ikki harmast um, at danir ikki vilja viðurkenna okkara sjálvsavgerðarrætt. Men hetta er ikki bara skeivt, men hetta er ein beinleiðis villleiðing av fólki, og tað uttan mun til, um hetta verður sagt av lærdum ella leikum.

 

Í valstríðnum hava vit enntá fingið at vitað frá Tjóðveldisflokkinum, at hann, um hann fær umboðan á Fólkatingi, er til sølu til ta stjórn, sum vil viðurkenna henda sjálvavgerðarrætt, sum vit frammanundan eiga. Teir selja teirra politisku sál til lægstbjóðandi.

Tá tjóðveldisfólk tosa so nógv um henda góða sjálvavgerðarætt, so lat okkum fyrst hyggja at, hvat hesin rættur inniber. Hann merkir, at tað eru føroyingar sjálvir, sum við t.d. einari fólkaatkvøðu gera av, hvussu viðurskiftini verða skipaði við eitt nú loysing, framhaldandi samstarvi ella kanska onkrum heilt øðrum. Og hesin rættur kann sjálvandi brúkast meira enn einaferð. Hann er ómissandi.

Fólkatingið samtykti 10. mei í ár næstan einmælt, at tað er føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu framtíðar viðurskiftini verða millum londini, uttan mun til, um talan verður um fullveldið ella framhaldandi samstarv í ríkisfelagsskapinum. Hetta merkir, at Fólkatingið hevur viðurkent okkara sjálvsavgerðarrætt.

Men annars er sjávsavgerðarrætturin okkara ein sjálvsagdur rættur. Hesin rættur er ómissandi, so leingi sum Føroya fólk og Føroyar sum land eru til. Hesin sjálvavgerðarættur er fyrst og fremst ein spurningur um sjálvsfatan. Hann kemur frá hvørjum einstøkum av okkum, og vit upp-fylla øll saklig kriterier fyri at eiga henda sjálvavgerðarrætt, sum eingin kann taka frá okkum. Hetta vita allir føroyingar - kanska burtursæð frá tjóðveldisfólki, sum eru teir einastu føroyingar, sum ikki vilja trúgva hesum uttan so, at danir siga okkum, at soleiðis og soleiðis er tað.

Hugsið tykkum til, at baskararnir fóru at spyrja spaniólar, um teir áttu ein sjálvsavgerðarrætt!

Harumframt so eiga vit eisini sjálvavgerðarættin sambært altjóða fólkarætti. Sambært keldum, sum m.a. tjóðveldisfólk vísa til, so sigur kendi íslandski fólkarættarfrøðingurin, at har er eingin ivi.

Men hvat er so trupulleikin góðu tjóðveldisfólk?

Jú, eg skilji tykkum partvíst. Hetta er seinasta hálmstráið, sum tit nú krøkja tykkum í, tí alt annað er farið. Fullveldið forkomu tit sjálvir, tí tit tordu ikki, tá tilboðið við 4 árum lá á borðinum. So í neyðuni taka tit hetta fram aftur og aftur og vóna harvið, at fólk skulu trúgva tykkum. Men hetta er bara ikki so. Tit mugu royna okkurt annað.

Og hvat skal eitt umboð frá Tjóðveldisflokkinum gera á Fólaktingi? Jú, júka uppí saman um, at teir vilja hava danir at viðurkenna ein rætt, sum teir hava viðurkent, men har tað fyrst og fremst telur, hvørjum vit sjálvir trúgva.

Sjálvavgerðarrætturin er okkara uttan mun til, hvat Høgni ella Nyrup í teirra orrustum siga.