Føroya Ungdómsráð tekur øðrvísi miðlar í nýtslu fyri at basa ungdómsarbeiðsloysinum í Føroyum. Ungdómsráðið fer í næstum undir eina kapping, har fyritøkur kunnu vinna ein lærling.
Kappingin snýr seg um, at um fyritøkur vilja seta ein lærling í starv í tíðarskeiðinum 1. juli til 1. oktobur, kunnu tær verða við í kappingini um at vinna tað, sum svarar til lønina hjá lærlinginum tað fyrsta árið.
- Endamálið við kappingini er at minka um arbeiðsloysið millum ung, og eggja fyritøkum at seta lærlingar í starv. Tað hevur verið nógv prátað um arbeiðsloysi í seinastuni, og vit síggja at færri og færri lærlingar verða settir í starv. Tí hava vit valt at gera hesa kappingina, sigur Rói Bjarnason Poulsen, formaður í Føroya Ungdómsráð.
Formaðurin vísur á, at allar fyritøkur, stórar sum smáar, privatar og almennar kunnu verða við í kappingini.
- Men tað eru kanska serliga tær millumstóru fyritøkurnar, ið kunnu hava gagn av hesum. Ein heil ársløn er ikki smáting at vinna, og ger stóran mun hjá einari slíkari fyritøku, sigur Rói Bjarnason Poulsen.
Formaðurin hevur eisini góðar vónir um, at hetta fer at gera mun. - Men sjálvt um hetta bert merkir, at tað verða settir 3-5 fleiri lærlingar, enn tað annars høvdu, so ger tað eisini mun, staðfestir hann.
Tað fylgja tó treytir við luttøkuni í einari slíkari kapping. Eitt nú skal lærlingurin vera settur í starv í tíðarskeiðinum millum 01.07.2012 01.10.2012., hava góðkendan lærusáttmála frá Yrkisdeplinum, vera ímillum 16 30 ár, limur í fakfelagi og annars allar vanligar treytir, ið eru galdandi fyri at seta lærlingar í starv.
Fyri at verða við í kappingini, skal fyritøkan senda Føroya Ungdómsráð góðkendan lærusáttmála og eina útbúgvingarætlan fyri lærlingin, sum vísur á hvat lærlingurin kemur ígjøgnum í lærutíðini.
Seinasta freist at lata inn umsókina er 14.desembur 2012. Vinnarin verður funnin í januar 2013.