Føroya Undirhalds Tónleikarafelag (FUT) hevði aðalfund í Skansastovu tann 9. januar, og nýggj nevnd varð vald. Hon skipaði seg soleiðis: Bjørn E. Thomsen, formaður, Kristian Eliasen, næstformaður, Magnus Pauli Poulsen, kassameistari, Jón Gaasedal, skrivari, og Petur Mohr Reinert, nevndarlimur.
Føroya Undirhalds Tónleikarafelag (FUT) húsast nú í nýggjum skrivstovuhølum Yviri við Strond í Havn.
FUT er eitt av feløgunum undir Føroya Tónleikarafelag (FT), ið er samansett av FUT, Føroya Jazztónleikarafelag, Føroya Fólkatónleikarafelag og Yrkistónleikarafelag fyri klassiskar tónleikarar.
Eitt av endamálunum hjá FT hevur verið at upprætta eina skrivstovu, sum kann virka sum ein samskiftisdepil út til limirnar hjá einstøku feløgunum. Skrivstovan hevur fingið játtan á fíggjarlógini frá Mentunarstýri Landsstýrisins. Ætlandi kunnu limirnir í eitt nú FUT brenna sær demofløgur, gera heimasíður, plakatir til tiltøk og tílíkt.
Limirnir kunnu koma í samband við FUT á tlf. 310954, fax 316110 ella á niðanfyristandandi adressu:
FUT
Djóna í Geil gøta 1
100 Tórshavn
ella
FUT
P.O. Boks 2142
165 Argir