Futsal er eitt øðrvísi slag av innandura fótbólti, sum hevur sínar røtur í Brasil. Í stóran mun minnir hetta um uttandura fótbólt, men eitt nú hoppar bólturin ikki so nógv, og sum heild eru krøvini til teknisku førleikarnar munandi størri.
Í gjár var fyrsta almenna futsal-kapping í Føroyum nakrantíð, og kappingin byrjaði við, at Alex Troleis, sum er ættaður úr Brasil, men býr í Føroyum, greiddi frá reglunum í futsal-fótbólti. Alex hevur sjálvut spælt fótbólt í Føroyum og telist millum fremstu dómarar her á landi, og eingin ivi man vera um, at hann er tann í Føroyum, sum veit mest um døming av futsal.
Ungdómsdeildini hjá NSÍ skipaði fyri kappingini í ítróttarhøllini í Runavík, har sjey smádreingjalið vóru við og tvey dreingjalið kappaðust.
Tey sjey smádreingjaliðini spældu seks dystir, sum hvør var sjey minuttir, og tað vísti seg, at her var talan um jøvn lið og tí eisini eina spennandi kapping. Vinnari gjørdist Birmingham úr Runavík, LF úr Hoyvík fekk silvur og NSÍ bronsu.
Í eldra dreingjabólkinum vóru bara tvey lið, NSÍ úr Runavík og Mr. Arnarsson úr EB/Streymi, so tey spældu tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, sum vóru tvær ferðir 10 minuttir. Tá avtornaði, vann NSÍ hesa kappingina.
Sum skilst, vóru bæði spælarar, fyrireikarar og áskoðarar væl nøgdir við kappingina, og NSÍ sigur tað ikki vera óhugsandi, at felagið fer at skipa fyri einari futsal-kapping aftur seinni, har bæði yngri og eldri aldursbólkar kunnu vera við.