Warren Buffet er ein av heimsins ríkastu monnum, og verður av mongum hildin at vera íleggingarsnidlingurin av øllum. Í fjør hevði felag hansara 60,4 milliardir í avlopi Berkshire Hathaway kunngjørdi fríggjadagin roknskapin fyri 2007. Hann vísti eitt avlop upp á 12,3 milliardir dollarar ? 60,4 milliardir krónir ? og tað prógvaði enn einaferð, hvussu dugnaligt íløgufelagið Berkshire Hathaway er. Tað skrivar danska blaðið Børsen.
Tann nú 77-ára gamli Warren Buffet hevur staðið á odda fyri felagnum síðani 1964, og hann er viðurkendur fyri at »satsa« upp á røttu partabrøvini til rætta tíð.
Hesaferð var tað serliga sølan av Petrochina-partabrøvunum og stórur vøkstur í tríggjum amerikanskum partabrøvum, sum førdu til stóra avlopið. American Express, Coca-cola og Procter & Gamble góvu munagóð avlop, meðan sølan av Petrochina-partabrøvunum gav ein vinning upp á nærum 20 milliardir fyri partabrøv, sum fyritøkan keypti fyri 2,4 milliardir í 2003 og 2004.
So um tú ert áhugaður í skilagóðum íløgum í partabrøv, er tað allarhelst skilagott at hyggja at, hvørjum Berkshire Hathaway ger íløgur í.