Ein grind hevur júst lagt beinini í Leynum. Sum skilst er talan um 100 hval, men hetta hava vit ikki fingið endaliga váttað. Á vevmyndatólinum her á síðuni ber til at fylgja gongdini á Leynasandi. Nú klokkan er farin av níggju sæst, at grindin er hildin til. Nógv fólk er á sandinum og somuleiðis liggja nakrar bátar beint uttanfyri.