Mangt broytist á mansins ævi. Hesum mugu flestu fiskimenn taka undir við.
Nýggjasta tøknin ger, at tað er ikki longur neyðugt at vera til staðar á einum fiskifari fyri dagliga at fylgja við, hvar fyriferst umborð.
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum ber nú til at fylgja við manningini á Skálaberg. Við hjálp av einum talgyltum myndatóli á brúgvatakinum inni á brúnni ber nú til at fylgja Skálaberg alt samdøgrið.
Í løtuni er Skálaberg staddur í Irmingarhavinum. Í Irmingarhavinum er óstøðugt Internetsamband, og tí kunnu myndirnar blíva burtur til tíðir. Skálaberg fer seinni í Barentshavið, og tá skuldi eingin trupulleiki verið við sambandinum.