Fylgja landsliðnum allastaðni

Fyri teir tríggjar Kevin, Graham og Dario eru Føroyar favorittur leygardagin móti Skotlandi. Teir ferðast allastaðni við skotska landsliðnum, og teir vóna tað besta leygardagin. Tað kann fella báðar vegir, siga teir

Fótbóltur

Í øllum regninum hósmorgunin runnu vit okkum á tríggjar skotar, sum eru komnir til Føroya í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Skotland. Dysturin verður leiktur leygardagin, og vóru teir tríggir við flogfari úr Skotlandi mikukvøldið.
Teir tríggir eru Kevin Riddel, Graham Barnott og Dario Walker. Hetta er langt frá fyrstu ferð, at teir eru á ferð í sambandi við ein landsdyst hjá skotska landsliðnum. Teir kunnu remsa eina longri røð av londum, har teir hava verið og vitjað í fótbóltsørindum. Týskland, Frankaríki, Póland, Belgia, Holland, San Marino, Italia og Kroatia eru bert nøkur av londunum, har teira hava vitjað.
Eini 600 pund ? umleið 7.000 kr - skuldu teir av við fyri at vitja í Føroyum, men tað gera teir fegnir.

?Tað er so nógv, tú kanst brúka pengar uppá, sigur Dario.
Teir eru allir limir í Tartan Army, sum er eitt slag við viðhaldsfelag hjá skotska landsliðnum, og hesir stuðla dyggiliga skotska landsliðnum. Viðhaldsfelagið hevur so ymisk lokalfeløg kring landið. Tveir teirra eru limir í Perth Tartan Army og ein í Tartan Army fyri norður Skotland.

Teir báðir, Kevin og Graham, eru úr Perth og Dario býr í býnum Ayr. Hann heldur við Ayr United, har føroyski Jens Kristian Hansen eisini royndi seg eina tíð.

Allar halda teir við teimum lokalu liðunum úr býunum, har teir búgva. Lið sum Celtic og Rangers hava teir ikki nógv til yvurs fyri.

Tað er heldur ikki so nógv at taka feil av, at talan er um skotskar viðhaldsmenn, tí búnin er eyðkendur. Teir eru altíð - á fótbóltsferðum ? íklæddir tey eyðkendu ?kiltini? ella skotaskjúrt, sum skuldi verið eitt føroyskt orð fyri búnan.

Skjúrtini eru úr ull, og skuldu verið heit at ganga í. Til hvørt skjúrt verða einir 7-8 metrar av vevaðari ull nýtt. 

Báðar vegir
Spurdir um úrslitið leygardagin, so siga teir, at tað kann fella báðar vegir.

?Tað verður entin ein katastrofa fyri okkum, og vit tapa. Ella verður viljin so sterkur, at liðið klárar at hála ein 2-0 sigur í land, siga teir tríggir.

?Veitst tú av, at føroyska liðið er favorittur?, spyrja teir tríggir. Teir hava virðing fyri føroyska liðnum, og teir eru alt annað enn vísir í, at skotsku leikararnir megna at sigra á føroysku áhugaleikarunum.
Skotska landsliðið hevur ikki havt góð úrslit at vísa á seinastu tíðina. Illa gekst í hond í undankappingini til HM, og vit kenna øll søguna frá dystinum á Svangaskarði, tá Hans Fróði Hansen í síðstu løtu tryggjaði Føroyum ein javnleik og eitt stig.

Teir tríggir greiða frá, at dysturin móti føroyingum á Svangaskarði seinast var alt annað enn góður fyri skotar. Hesin dysturin varð leiktur á Toftum frammanfyri 4.500 áskoðarum hin 5. juni 1999.

?Tað kendist flóvisligt fyri okkum, og Matt Elliott, sum fekk reytt kort fyri at sláa Toda Jónsson, gjørdist syndabukkur, greiða teir frá.


Hesin sami Elliott er ikki longur at síggja á skotska landsliðnum.
Skotska landsliðið byggir í løtuni eitt nýtt lið. Sambært teimum trimum er eingin veruligur stjørnuleikari á liðnum móti Føroyum.

Seinasti dysturin hjá skotska liðnum var ímóti dønum. Ebbe Sand tryggjaði dønum ein 1-0 sigur. Teir tríggir halda úrslitið móti dønum vera á góðari leið, tá hugsað verður um, hvussu illa skotska liðið spældi.
Nýggjur venjari varð eisini settur í starv til skotska landsliðið, áðrenn hesa undankappingina. Talan er um mæta venjaran Berti Vogts, sum áður hevur staðið á odda fyri týska landsliðnum.

?Hann er vorðin nógv útskeldaður í skotsku pressuni, sum hevur hug at geva honum skylduna fyri vánalig úrslit. Hann hevur gjørt fleiri broytingar í skotsku fótbólti. Eitt nú vil hann ikki, at útlendingar skulu vera við liga-kup kappingini í Skotlandi, siga teir tríggir.

Áðrenn dystin leygardagin ætla teir tríggir at uppliva  eitt sindur av lívinum í Havnini. Teir vera ikki einsamallir sum skotskir viðhaldsmenn á Svangaskarði, tí roknað verður við einum 600 skotum til dystin.
Higartil hevur teimum dámað væl í Føroyum, og veðrið ger ikki teimum nakað.

?Tað er akkurát sum í Skotlandi, siga teir tríggir fryntligu skotarnir at enda.