Fylgja landsliðnum móti Fraklandi

Føroyingafelagið í Århus skipar fyri bussferð til landsdystin millum Frakland og Føroyar

Hin 3. september bresta Frakland og Føroyar saman á Stade Félix-Bollaert í Lens. Umframt teir ellivu á vøllinum og teira fólk, so verða óivað ein rúgva av føroyingum at finna í Lens, ið er einar tveir tímar frá Paris, skamt frá belgiska markinum.
Vanligt er, at heilt nógv ferðast við fótbóltslandsliðnum á ferð í Evropa. Fleiri minnast óivað dystin móti Týsklandi í Hannover, tá heilt nógvir føroyingar fylgdu við, tá føroyska landsliðið mundi fingið javnleik móti varaheimsmeistarunum.
Frakland telist millum fremstu fótbóltstjóðir í heiminum. Leikarar sum Henry, Trezequet og aðrir verða væntandi at síggja á franska liðnum, sum føroyingar skulu royna at fáa ein líkinda úrslit ímóti. Líkamikið hvat úrslitið verður, so verður lagið á áhoyrarunum undir øllum umstøðum gott.

Úr Århus
Tá ferðin hjá føroysku útisetunum verður fyriskipað av føroyingafelagnum í Århus, so byrjar og endar ferðin eisini har. Í næststørsta danska býnum búgva nógvir hundrað føroyingar, og í øllum Jútlandi búgva eitt ótal av føroyingum, umframt at fleiri fólk eisini koma úr Keypmannahavn.
- Farið verður úr Århus tíðliga fríggjamorgunin 2. september, og komið verður til Lens tíðliga sama kvøld. Steðgað verður í Lens í tvær nætur. Ætlanin er at vera saman við 12. manni sjálvan dystardagin, leygardagin, skrivar føroyingafelagið í tíðindaskrivi.
Ætlanin er ikki, at talan verður um nakran sunnudagstúr í bussinum.
Tað er sjálvandi eingin treyt, at tú býrt í Århus ella er útiseti fyri at vera við  heldur tvørturímóti, skunda fyrireikararnir sær at leggja afturat.

Eingin vinningur
Kostnaðurin fyri túrin er 1.150 kr. Íroknað er bussferð aftur og fram og hotel við morgunmati. Hóast føroyingafelagið í næststørsta danska býnum á ongan hátt svimur í pengum, so er
- Vit vinna ikki pengar av túrinum. Tískil ber til at gera hann so bíligan. Tað hevur størstan týdning fyri okkum at savna fólk. Tað er grundarlagið undir okkara felagsskapi, sigur Símun Waag, ið fyriskipar túrin fyri Føroyingafelagið í Århus.
Tað er rættiliga avmarkað pláss, og áhugin hevur longu víst seg at vera sera stórur.
Fleiri upplýsingar, millum annað um, hvussu tú teknar teg, fáast á www.aarstova.dk