Fýra ár síðani EB/Streymur gjørdi hol í sjógvin

Bara tveir av teimum fyrstu ellivu, sum fyri fýra árum síðani vóru við til at vinna á útivølli ímóti HB, eru framvegis á liðnum hjá EB/Streymi

EB/Streyma liðformaðurin Andras Ó. Olsen var fyrsta oktober 2017 við til at vinna 3-2 ímóti HB í Gundadali. Hann legði HB á odda 1-0, tá ið hann gjørdi sjálvmál, og tíðliga í seinna hálvleiki minkaði hann um munin til 2-1.

HB hevur higartil í ár vunnið fulla úrtøku ímóti EB/Streymi. Báðir dystirnir eru spældir í Hólmanum á Eiði. Fyrru ferðina vann HB 3-0, og seinnu ferðina vann HB 1-0.

 

Tað eru fýra ár síðani, at EB/Streymur vann úrtøku ímóti HB í Gundadali. Tað var fyrsta oktober 2017 og í 25. umfari. Alt sá út til at ganga soleiðis, sum tað var roknað við hjá HB, ið legði seg á odda 2-0. So svaraði EB/Streymur aftur í seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at skora trý mál og vinna 3-2.

 

Tveir av teimum, sum frá dystarbyrjan vóru á liðnum hjá EB/Streymi ta ferðina, eru framvegis á liðnum, og tveir spælarar, sum frá dystarbyrjan ta ferðina vóru á liðnum hjá EB/Streymi, eru nú á liðnum hjá HB.

 

Hjá EB/Streymi er talan um Andras Ó. Olsen og Arnbjørn Hansen. Fýra spælarar, sum ta ferðina vóru á beinkinum, eru framvegis í hópinum hjá EB/Streymi. Teir eru málverjin Rói Zachariasen og Rói Olsen, Niklas Kruse og  Ragnar B. Danielsen.

 

Teir báðir, sum fyri fýra árum síðani vóru á EB/Streyma liðnum, sum vann 3-2 ímóti HB í Gundadali, og sum nú eru á HB liðnum, eru Dan í Soylu og Pætur J. Petersen.

 

Hjá HB eru allir tøkir uttan Mads Bo Mikkelsen, sum er skaddur. Tá ið HB mikukvøldið vann 2-0 ímóti ÍF á útivølli, sótu Mikkel Dahl, Heðin Hansen og Michal Przybylski alla tíðina á beinkinum.

 

Hjá EB/Streymi er miðvallarin Elias El Moustage tøkur aftur, eftir at hann hevur verið vøddaskaddur.

 

EB/Streyma liðformaðurin Andras Ó. Olsen var fyrsta oktober 2017 við til at vinna 3-2 ímóti HB í Gundadali. Hann legði HB á odda 1-0, tá ið hann gjørdi sjálvmál, og tíðliga í seinna hálvleiki minkaði hann um munin til 2-1.