77 fólk – stórur parturin av teimum ungfólk – lótu lív í yvirgangsatsóknum, sum Anders Breivik framdi í Oslo og á Utøya tann 22. juli í 2011.
Í dag vóru minningarhald og gudstænastur hildin í sambandi við ársdagin, og í Oslo lat eitt nýtt minnissavn upp.
Anders Brevik var í 2012 dømdur í 21 ára langan varðhaldsdóm fyri atsóknirnar.
Boðskapurin hjá fleiri í dag var, at sárini eftir álopini fara ongantíð at lekjast, og at Noreg verður ongantíð tað sama aftur.