Fýra av 10 nýsmittaðum eru koppsett

Hóast Ísrael er tað landið, sum er komið longst við koppseting móti koronu, eru smittutilburðirnir í landinum skjótt veksandi í løtuni.

 

 

Seinasta samdøgur hevur Ísrael skrásett 500 nýggjar smittutilburðir við covid-19, sum er størsta tal í eitt samdøgur síðan endan av mars í ár.

 

Av teimum nýsmittaðu eru 42 prosent fólk, sum eru koppsett.

 

Hóast Ísrael er tað landið, sum er komið longst við koppseting móti koronu, eru smittutilburðirnir í Ísraal í løtuni skjótt veksandi.

 

Tað veit ísraelska ávísin, Haaretz, at siga.

 

Sonevnda delta-frábrigdið telur nú fleiri enn 90 prosent av øllum nýggjum smittutilburðum í Ísrael.

 

Umleið 30 prosent av teimum smittaðu eru fólk, sum nýliga eru komin úr øðrum londum - og restin eru vorðin smittað í Ísrael.

 

R-talið er talið, sum sigur, hvussu mong ein smittaður smittar víðari, og hetta tal í Ísrael er nú 1,43. 

 

Millum tey tilsamans 74, sum í løtuni liggja á ísraelskum sjúkrahúsum við koronu, hava 43 prosent fingið báðar koppsetingarnar.