Fýra av fimm nýggjum bilum í Noreg eru elbilar

Í september vóru elbilarnir nógv teir flestu, sum vórðu seldir í Noreg. Og Tesla selur mest. Í Føroyum eru vit langt aftanfyri eitt nú Noreg og Danmark við sølu av elbilum.

Tann Tesla Model Y í september mest seldi bilur í Noreg. Myndin er av nýggja sniðnum frá bilframsýnin í Kekkia í august. - Foto: Benes Jaroslav/Ritzau Scanpix

Noreg hevur sum mál, at í seinasta lagi í 2025 verður bensin og diesel bilar ikki seldir meira, og tey seinastu tølini fyri bilasøluna vísar stóra yvirvág av elektriskum bilum.

 

Í setpember vóru næstan fýra av fimm nýggjum persónbilum, sum vórðu skrásettir fyrstu ferð, reinir elbilar.

 

Tað vísir nýggjast uppgerðin frá Opplysningsrådet for Veitrafikken (OFV).

 

Av teimum tilsamans 17.992 persónbilunum, sum fyrstu ferð fingu nummarplátur, vóru 13.941 elbilar.

 

Tað svarar til 77,5 prosent, og talið er yvir 45 prosent hægri enn  í september í fjør.

 

Teir báðir best umtóktu bilarnir er nýggja útgávan hjá Tesla Model Y eins og Tesla Model 3. Skrásettir vórðu ávikavsit 3.563 og 2.218.

 

Á triðja plássi kemur Skoda Enyaq við 787. Tann einast á topp 10 sum ikki er fult elektriskur, er Toyta RAV 4.

 

– Allastaðni er fokus á elbilar. Nýggj bilmerki og nýggj snið, og serliga elbilar, eru spekkaðir við modernaðar tøkni og útgerð. Tað er eitt ynski hjá nógvum, og tað hjálpti til øktu søluna av nýggjum bilum, sigur Øyvind Solberg Thorsen, sum er stjóri hjá OFC, við blaðið VG.

 

Ein av orsøkunum til at elbilarnir eru so væl umtóktir er, at stjórnin hevur frítikið elbilar fyri avgjøld.

 

– At tað kanska kemur MVG á keyp av elbilum yvir eina ávísa upphædd, ger kanska eisini, at fleiri verða seldir nú, sigur Øyvind Solberg Thorsen.

 

Elbilar eru sambært VG 62,5 prosent av øllum nýggjum bilum, sum eru seldir í Noreg higartil í ár.

 

Í Føroyum eru seldir til samans 1575 persónbilar í ár, og av teimum eru 180 elbilar. Tað svarar til, at 11 prosent av sølunum av nýggjum bilum eru elbilar.

 

Í Danmark er talið 22,4 prosent, so tað er langt á hjá okkum Føroyum, um vit skulu fylgja grannalonunum í grønu umleggingini av persónbilum.

 

/ritzau/

 

 

 

Tann Tesla Model Y í september mest seldi bilur í Noreg. Myndin er av nýggja sniðnum frá bilframsýnin í Kekkia í august. - Foto: Benes Jaroslav/Ritzau Scanpix