Fýra deyð í russiskum álopi í vestara Ukraina

Tveir menn og tvær kvinnur doyðu, tá ein russisk rakett rakti heim teirra í landspartinum Lviv, upplýsir guvernørur

 

Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix

Guvernørurin í landspartinum Lviv í vestara parti av Ukraina upplýsir í morgun, at russisk álop í nátt hava dripið fýra fólk í økinum

Tað skrivar tíðindastovan AFP

– Í løtuni vita vit um fýra deyð Tað eru fýra vaksin fólk. Tveir menn og tvær kvinnur, skrivar guvernørurin, Maksym Kozytskyj, á boðtænastuni Telegram.

Fleiri landspartar eru í nátt álopin av russum. Tey fýra deyðu í Lviv-økinum eru tey fyrstu deyðu, sum eru skrásett eftir álopini í nátt.

Frammundan álopið í Lviv eru millum annað havnin í Odesa og næststørsti býur í Ukraina, Kharkiv, rakt av álopum. Eisini við Zaporizjzja-verkið og í høvuðusstaðnum Kyiv eru fráboðanir um spreingingar.

Fleiri staðni hava álopini ført til umfatandi streymslit.

/ritzau/

 

Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix