Tað hevur verið nógv at sæð til løgregluna í náttarlívinum hetta vikuskiftið. Løgreglan hevur reiðilig átøk viðhvørt, ikki bara fyri at taka lógbrótarar, men eisini sum eitt lið í tí fyribyrgjandi arbeiðnum.
Í nátt eru nógvir bilar steðgaðir, men tað løgreglan sigur, at standurin var góður á øllum bilførarunum, uttan tí eina.
Hann varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Og hvat verri var, at hann hevði einki koyrikort, tí tað hevur hann nýliga mist – eisini fyri rúsdrekkakoyring.
Annars var nógv fólk í býnum, eisini nakað av fullum fólki og fýra teirra fingu bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.
Løgreglan sigur, at tey vístur harðligan atburð, bjóðaðu av at berjast o.s.fr., uttan at tað tó kom til samanbrest.
Hinvegin hevur løgreglan ikki enn fingið greiði á, hvør framdi rættiliga groft herverk á ein bil, sum stóð á parkeringsplássinum við Kollafjarðartunnilin. Herverkið er framt ímillum á midnátt til klokkan 2.30 leygarnáttina og er umfatandi, tí heilir fimm rútar eru knústir og somuleiðis ein spegil.
|