Fýra fólk eru dripin í Ukraina í nátt

Í minsta lagi 27 fólk hava fingið løstir, harav 14 eru innløgd á sjúkrahús. Millum tey løstaðu er ein kvinna, sum er við barn, og støðan hjá manni hennara er álvarslig

Fleiri býarpartar í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, eru í nátt raktir í russiskum dronu-og rakettálopum. 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Telegram í morgun, at russar brúktu 430 dronur og 18 rakettir í álopunum.

 

Á hinari síðuni siga russar seg hava skotið niður 216 ukrainskar dronur í russiskum øki.

 

Mykola Kalasjnik, sum er leiðari fyri hernaðarumsitingina í Kyiv, sigur, at russisku álopini serliga vóru vend móti undirstøðukervinum í høvuðsstaðnum.

 

Tað var longu tíðliga í nátt, at borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, kallaði russiska álopið eitt "fíggindaligt" álop og segði, at ukrainska loftverjan var í gongd, samstundis sum heitt varð á fólk um at søkja sær skjól.

 

Í morgun verður upplýst, at fýra fólk higartil eru staðfest deyð í russisku álopunum, og ukrainski forsetin sigur, at endamálið við álopunum var at raka so nógvar ukrainskar borgarar sum gjørligt.

 

##med2##

 

Í minsta lagi 27 fólk hava fingið løstir, harav 14 eru innløgd á sjúkrahús. Millum tey løstaðu er ein kvinna, sum er við barn, og støðan hjá manni hennara er álvarslig.

 

Russland sigur seg í nátt hava skotið niður 216 ukrainskar dronur, og russiski guvernørurin í Saratov sigur, at ukrainskar dronur hava rakt undirstøðukervið í økinum.

 

- Russiski herurin rakar íbúðarbygningar, og háhús um allan høvuðsstaðin eru rakt - næstan í hvørjum býarparti, sigur Tymur Tkatsjenko, leiðari fyri hernaðarumsitingini í Kyiv.

 

 

 

 

 

Her verður ein russisk drona skotin niður av ukrainsku loftverjuni